Seinasta týskvøld flettu raskir menn 23
veðurlomb og veðrar á Sandi. Vikublaðið
var við, meðan flettingin fór fram
FRÁ MIÐLAHÚSINUM TIL HVØRT HÚSARHALD Í FØROYUMÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
SÍÐA 32
6. OKTOBER 2014
VIKA 41 l 6. OKTOBER 2014
Ókeypis lýsingarblað
19...
More
Seinasta týskvøld flettu raskir menn 23
veðurlomb og veðrar á Sandi. Vikublaðið
var við, meðan flettingin fór fram
FRÁ MIÐLAHÚSINUM TIL HVØRT HÚSARHALD Í FØROYUMÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
SÍÐA 32
6. OKTOBER 2014
VIKA 41 l 6. OKTOBER 2014
Ókeypis lýsingarblað
19
Sundalagið
Sunda kommuna
størri og meira opin
Heðin Zachariasen sigur, at royndirnar, sum Sunda kommuna hevur
gjørt sær seinasta hálvt annað árið
við at stroyma býráðsfundirnar, eru
góðar.
– Allir býráðsfundir, sum vit
hava í Sunda kommunu, verða
stroymaðir, og eg havi varhugan
av, at fólk eru fegin um hetta. Vit
síggja, at tað eru fleiri, sum fylgja
fundunum, og vit síggja eisini, at
tað eru fólk, sum ikki eru í Føroyum,
sum eisini fylgja við.
Borgarstjórin sigur, at endamálið
við stroymingini er, at allir borgarar
skulu hava høvi at fáa innlit í tey
mál, sum kommunan arbeiðir við.
– Vit byrjaðu at stroyma fundirnar, stutt eftir at hetta býráðið tók
við. Fyrsta tíðin var ein tillagar-og
royndartíð, og í dag kunnu vit siga,
at hetta r
Less