Nr.
36 · Vika 51· Fríggjadagur 21.
Dec 2012 Kr.
0,Vangamynd.
s.
5
Samfelag.
s.
14
Samfelag.
s.
8
Bøgesvang lurtar eftir evangeliinum
Blaðungur borgarstjóri í Fuglafirði
Kirkjubøur altíð í broytingartíð
Maria goymir seg í málninginum...
More
Nr.
36 · Vika 51· Fríggjadagur 21.
Dec 2012 Kr.
0,Vangamynd.
s.
5
Samfelag.
s.
14
Samfelag.
s.
8
Bøgesvang lurtar eftir evangeliinum
Blaðungur borgarstjóri í Fuglafirði
Kirkjubøur altíð í broytingartíð
Maria goymir seg í málninginum
Stutta søgan um Mariu Mørkøre
er, at hon varð fødd fyri 45 árum
síðani, er gift við gudfrøðinginum
Kristian Hansen og tey eiga tvey
børn, sum eru 9 og 12 ára gomul.
Við í stuttu søguna hoyrir eisini,
at hon er útbúgvin laborantur og
at hon seinastu árini hevur arbeitt
á barnagarði og hevur hildið seg
langt burtur frá blóðroyndum og
reagensgløsum.
Eitt sindur longra søgan snýr
seg um nakað heilt annað, um ein
kvinnu, sum er kensluborin og
sum av og á leitar burtur frá gráa
gerandisdegnum og inn í málningin
ella við penninum og fingrunum
flytur inn í eina søgu.
Talan er um
eina skapandi kvinnu og við egnum
orðum blómar hon mest, tá ið hon
er skapandi.
-Eg máli bygdarløg og eri ein
partur av málninginum, ja
Less